Sóla okkum í sorgini

-Hví skulu fyritøkur og handlar lýsa við, at tey geva so og so nógvan pening til neyðhjálp. Hví kunnu fyritøkurnar ikki í stillum flyta pengarnar á kontoina hjá Reyða Krossi, uttan at vit kunnu sáa iva um handilsligar baktankar við menningarhjálpini. Tað er blóðskeivt, at ávísar fyritøkur sóla sær í vanlukkuni, halda Johan í Kollafirði, Noomi á Válinum, Sanna á Løgmansbø og Dagmar Clothier, sum øll lesa á til pedagog á Læraraskúlanum í Havn

Fyrstu dagarnar vóru vit eygagóð og vístu bæði hjálp- og hóvsemi. Seinastu dagarnar
kundi onkur funnið upp á at ákært okkum fyri at válka okkum í vanlukkuni.
Vit tosa sjálvsagt um umfatandi innsavningina í Føroyum til syndarligu flóðalduvanlukkuna í Suðureystasia 2. jóladag, sum hevði við sær, at túsundtalsfólk í dag standa uttan hús og heim.
Seinastu dagarnar er innsavningin komin inn yvir okkum sum ein onnur flóðalda av kaffitilboðum, bowling, mati og ítrótti, og tú kanst í hesum døgum gera bæði eitt og annað fyri at hjálpa í Asia.
Tú kanst byrja dagin við at fáa tær nakrar koppar av kaffi, sum er keypt í serligum flóðaldutilboði. Ja, hví ikki sutla eina heila kannu hendan morgunin, nú tá ein partur av kostnaðinum fyri kaffipakkan fer til hjálpararbeiðið.
Síðani kanst tú umhugsa at fara til bridge, kanska hevur tú ongantíð skilt, hví tú meldar í eystur og spælur í vestur, men nú skal tað verða.
Tað er eisini lag á manni at snøgga sær eitt sindur um høvdið, fara at klippa sær og samstundis hjálpa. Og so er tað hondbóltur her og der, har inntøkurnar óskerdar fara til tey neyðhjálp: Tú kanst seta teg upp á aftasta bonk í ítróttahallum kring landið og rópa av fullum hjarta á okkurt lið, hóast tú ongantíð rættiliga hevur havt eitt veikt hjarta fyri hondbólti. Men nú skal hjálpast.
Og so kann dagurin enda við einum góðum bita. Hvat við einari asiatiskari buffet, har tú stappar í teg, væl vitandi, at hetta bæði gagnar tær og neyðstøddum. Eitt sindur eyka av súrsøtari sós og chillimarineraðum kinarækjum. Óført. Og hjálpsamt. Vælgagnist.

Sálin vekk
Eins og á flestu arbeiðsplássum kring landið, hevur syrgiliga vanlukkan í Suðureystasia verið heitasta kjakevni millum tey lesandi á Læraraskúlanum í Havn seinastu dagarnar.
Johan í Kollafirði, Noomi á Válinum, Sanna á Løgmansbø og Dagmar Clothier eru millum teirra, sum hava luttikið í kjakinum um harmiligu vanlukkuna. Tey hava eins og flest allir føroyingar djúpa samkenslu við teimum, sum sita eftir við ongum góðum eftir vanlukkuna, og størstu virðing fyri tí sjálvbodna innsavningararbeiðinum, sum fer fram í Føroyum í løtuni. Tey fýra eru kortini av teirri áskoðan, at "hysteríið" í samband við innsavningina hevur tikið yvirhond í Føroyum seinastu dagarnar.
Vit eiga at steðga á eina løtu, og hyggja nærri at, hvat tað er, sum fer fram í løtuni, halda tey.
-Tú mást ikki misskilja tað. Vit halda veruliga tað er gott, at vit lata pengar til tey neyðstøddu í samband við ræðuligu flóðalduvanlukkuna. Kortini eru fleiri dømi seinastu dagarnar, at handlar tilvitað misnýta flóðalduna til at marknaðarføra seg, og tá er avgjørt rotinskapur komin í innsavningina. Móti er nærum komin í neyðhjálpina, og tá er erligheitin við innsavningin vekk, greiða tey fýra frá.
Tey fýra sipa til fyritøkur og handlar, sum vit í bløðunum og í loftmiðlunum hava havt serlig tilboð, har peningurin fer óskerdur til neyðhjálp til raktu londini í Suðureystasia.
-Hví skulu fyritøkur og handlar lýsa við, at tey geva so og so nógvan pening til neyðhjálp. Hví kunnu fyritøkurnar ikki í stillum flyta pengarnar á kontoina hjá Reyða Krossi, uttan at vit kunnu sáa iva um handilsligar baktankar við menningarhjálpini. Tað er blóðskeivt, at ávísar fyritøkur sóla sær í vanlukkuni, halda tey fýra lesandi á pedagogskúlanum.
Johan, Noomi, Sanna og Dagmar leggja dent á, at endamálið við hjálpini til tey neyðstøddu má vera tann rætta. Tey loyva sær at seta spurning við um ætlanin hjá øllum føroyingum, ið veita menningarhjálp, er erlig og verulig.
-Vit skulu hjálpa, tí vit veruliga vilja hjálpa, og ikki bara fylgja við, tí øll onnur í føroyska samfelagnum vilja hjálpa. Samkenslan skal vera verulig og ikki uppreklamera. Seinastu dagarnar hava vit øll fingið sonevnd samkenslu sms á fartelefonini, og tað er ein ótrúliga ópersónlig heilsan, sum gevur teimum, ið frammanundan eiga, enn meira. Vilja fólk vísa teimum neyðstøddu veruliga og erliga samkenslu, átti tey at sent teimum ein persónligan tanka, ið veruliga kemur frá hjartanum, heldur enn at senda eitt ópersónligt sms, vísa tey fýra á.
Tey leggja afturat, at tey ivast ikki í, at intentiónin við menningarhjálpini er hin rætta hjá teimum flestu føroyingum, men kortini eru nøkur rotin eplir, sum tey málbera seg.

Vaska hendur
Innsavningin til kreppurakta økið í Suðureystasia er uttan iva tann mest umfatandi innsavningin í Føroyum nakrantíð. Seinnu árini hava umfatandi innsavningar verið í Føroyum til eitt nú tey neyðstøddu í Kosovo og tá fólk í Seydisfirði vórðu rakt av einum skalvalopi í1995.
Á hvørjum ári eru sannir idealistar í føroyska samfelagnum, sum seta nógva tíð og orku av til hjálpararbeiði úti í heimi, men tað tykist vera torførari at fáa vanliga føroyingin í gerandisdegnum tilvitaðan um hjálpararbeiðið. Til ber at skjóta okkum sjálvi við, at stórar vanlukkur skulu til úti í heimi, áðrenn vit føroyingar koma upp úr stólinum og veita hjálp.
- Tað vísir seg í Føroyum, at ein ræðulig og umfatandi vanlukka skal til, áðrenn vit standa saman og veruliga vilja hjálpa. Í heiminum í dag eru túsundtals fólk, sum liva undir óvirðiligum korum hvønn dag, men hvør hugsar um tey í gerandisdegnum?. Vit eiga at lata pening í neyðhjálp á hvørjum ári, so peningurin verður býttur út meira javnt, tí í løtuni tykist tað sum um, at vit bert kunnu lata pening, sum munar, tá stórar ólukkur henda, siga Johan, Noomi, Sanna og Dagmar.
Spurd, hvør fremsta orsøkin er til hendan hugburð hjá tí vanliga føroyinginum til neyðhjálp, svara tey:
-Tað kann hugsast, at nú hava vit ein gyltan møguleika til at vísa okkara góðu síðu. Vit fáa á ein hátt vaska okkara hendur í vanlukkuni, og fáa víst heiminum, hvussu rein og góð vit eru í Føroyum. Við at lata pening, fáa vit reinsað okkum sjálvi, og so kunnu vit liva og tosa um tað í eina tíð. Tað mest margháttliga í hesum er, at vit vistu als ikki, at hesi fólkini vóru til, og næstan heldur ikki, at londini, sum eru rakt, eru á heimskortinum, vísa tey fýra á.

Okkara samfelag
Í vikuni kom undan kavi, at millum 14-18 føroyingar ganga heimleysir í føroyska samfelagnum í dag. Vit hoyra eisini javnan um sálarsjúkar føroyingar, sum liva undir óvirðiligum korum kring landið. Johan, Noomi, Sanna og Dagmar eru á einum máli um, at vit í hesum døgum eiga at venda høvdið inneftir og spyrja okkum sjálvi, hví tað skal vera so, at vit ikki kunnu veita okkara illastøddu í føroyska samfelagnum hjálp, tá tað er lag á manni at savna milliónir til neyðstødd úti í heimi.
-Sjálvsagt er tað gott, at vit geva teimum neyðstøddu uttanlands pening. Tað er kortini hugsunarsamt, at vit ikki kunna vísa sama vilja mótvegis neyðstøddum í Føroyum, tí tey hava sanniliga eisini ein tørv. Uttan at taka nakað frá stuðulskonsertini sunnudagin í Norðurlandahúsinum, so kanst tú seta spurning við, hví tað ikki kemur fyri, at eitt nú ein árligar stuðulskonsertir verða hildnar fyri teimum sálarsjúku ella heimleysu í Føroyum, siga tey.
Tey fýra halda, at hugburðurin í Føroyum víðvíkjandi hjálp til hesar bólkar í samfelagnum er ógvuliga hugstoyttur.
-Tú hoyrir javnan, at neyðstødd í Føroyum ikki hava uppiborið at fáa meira pening, enn tey fáa. Tey fáa jú pening frá Almannastovuni, sum tey bara drekka upp, heldur enn at brúka peningin til mat, verður vanliga sagt, og tað er hugstoytt at hoyra. Fólk gloyma ofta í hesum samanhangi, at trupulleikin júst er, at tey ikki megna at brúka peningin til mat, tí annars vóru tey ikki rúsdrekkamisnýtarara, siga Johan, Noomi, Sanna og Dagmar at enda.