Verkfall
? Eitt lík sum skal jarðast.
? Ein pylsuvognur, um manglar ketsjupp og sinnopp.
Hetta eru bara tvey av málunum, sum arbeiðarafeløgini, ið eru í verkfalli, hava verið noydd til at taka støðu til hesa vikuna, verkfallið hevur lagt alt landið lamið.
Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, sigur, at feløgini í verkfalli eru um at drukna í umsóknum um undantaksloyvi til alt ímillum himmal og jørð.
Dømini omanfyri eru bara tvær umsóknir burturúr rúgvuni, sum feløgini hava tikið støðu til.
Svarið uppá tað fyrru umsóknina var ja.
?Tað eru býttheitir at biðja um undantaksloyvi til at jarða lík. Sjálvsagt fer ongin at nokta einum menniskja at sleppa í jørðina, sigur Ingeborg Vinther, so tað er óneyðugt at biðja um slíkt.
Hinvegin verður kanska heldur turrligt at eta úr pylsuvognurin, tí spurningurkn er, um hann fær útvega sær ketsjupp og sinnopp, so leingi verkfallið er.
Annars sigur Ingeborg Vinther, at feløgini hava eisini fingið umsókn um at geva undantaksloyvi til vøggustovur, barnagarðar, skúlar og aðrar stovnar, so tey sleppa at vaska á stovnunum fyri at sleppa undan at lata teir aftur.
Tað sleppa tey heldur ikki og tískil eru allir dagstovnar og skúlar antin stongdir, ella verða tað fyrsta dagin.
Ingeborg Vinther sigur, at skal verkfallið verða so effektivt sum gjørligt, er tað umráðandi, at undantøkini verða so fá sum gjørligt og sostatt er tað at kalla bert neyðsynjararbeiði, sum sleppur at halda fram ótarnað, eitt nú á sjúkrahúsum, ellis- og røktarheimum o..s.fr.
Og neyðsynkararbeiðið umfatar eisini arbeiðið at taka deyðan fisk í onkrum alibrúki, sum er rakt av sjúku. Men fiskurin skaæ leggjast á frystigoymslu, hann skal ikki frystast.
Og so sleppa skipini hjá Strandferðsluni og Norrøna at sigla, eins og mjólkarflutningurin og -arbeiðið at mjólkarvirkinum heldur ikki er steðgað.
Onki samband
Annars er onki samband ímillum arbeiðsgevararnar og arbeiðarafeløgini í verkfalli.
Ingeborg Vinther sigur, at tey hava ikki hoyrt frá semingsmonnunum enn.
Men hon heldur lítið um at lønarkrøvini í Føroyum verða samanborin við lønarkrøvini uttanlands, sum eru nógv lægri.
?Hetta kann ikki samanberast. Tá ið sosialir ágóðar og aðrar sømdir, sum eru í grannalondum okkara, verða tald við, er lønin væl hægri enn í Føroyum, sigur Ingeborg Vinther.