Politiið í Norðoyggjum sóknast eftir einum gráum Suzuki Liana, sum er stolin einaferð seint í gjárkvøldið ella tíðliga í nátt í Klaksvík.
Bilurin hevur nummarplátuna JH 693, og politiið hevur fingið staðfest, at bilurin er farin úr Klaksvík gjøgnum Norðoyatunnilin klokkan 02.00 í nátt.
Leitað hevur verið eftir bilinum í økinum sunnanvert undirsjóvartunnilin, men einki er funnið, og tí heitir politiið nú á almenningin um at hava eyguni eftir bilinum.
Hevur nakar sæð bilin í nátt ella gjøgnum dagin, verður viðkomandi biðin um at boða politinum frá á telefon 35 14 48.