Løgreglan fekk fyri løtu síðani eina fráboðan um eitt ferðsluóhapp í høvuðsstaðnum nærhendis Velbastaðvegnum.
Talan var um ein súkklara, ið hevði stoytt saman við ein vøruvogn, har Velbastaðvegurin og Ringvegurin møtast, upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini.
- Ein súkklari kom eftir Ringvegnum, tá ein vøruvognur koyrdi út frá Velbastaðvegnum. Vit vita enn ikki hvønn veg súkklari kom frá, men hann rendi inn í síðuna á vøruvogninum, sigur vakthavandi.
Súkklarin varð koyrdur á Landssjúkrahúsið, men sambært løgregluni, so fekk súkklarin einki álvarsligt mein.