Súkkling
Kappsúkklingin á Sundalagsstevnuni í Hósvík verður fríggjakvøldið klokkan 19:00. Tað er Tórshavnar súkklufelag, sum skipar fyri kappingini. Kappingin er bert fyri unglingar og vaksin. Eingin barnasúkkling verður, tí mett er at trygdin til barnasúkkling, meðan stevnan er, er ikki nóg góð.
Startur og mál er á landsvegnum í Hósvík. Súkklast skal úr Hósvík, eftir landsvegnum fram við Streymnesi, um Brúnna við streymin og niðan til rundkoyringina omanfyri Norðskála, har verður vent og síðan skal súkklast sama veg aftur til Hósvíkar, teinurin er umleið 22 km. langur.
Fyrsti súkklarin byrjar klokkan 19:00, síðan verða hinir sendir avstað, við 2 minuttum ímillum hvønn.
Medaljur verða lætnar trimum teimum skjótastu súkklarunum samanlagt, trimum teimum bestu undir 18 ár og teimum trimum bestu yvir 45 ár. Tað vil siga at teir undir 18 ár og yvir 45 ár, kunnu vinna 2 medaljur, bæði medaljur í sínum bólki og medaljur fyri at súkkla skjótast samanlagt!
Øll eru vælkomin at verða við, treytin er at góður súkkluhjálmur verður brúktur og at súkklan er í rímiligum standi, best er at allir luttakararnir eru møttir áðrenn kl. 18:30, komandi fríggjakvøld.