Tvær kirkjur í Danmark søkja nú eftir trúgvandi" prestum. Herfyri var kjak um hetta, tí Mejdal Kirkja í starvslýsing hevði víst á, at komandi presturin skuldi trúgva á Gud. Og nú hevur Fredens-Nazaret sóknin í Keypmannahavn lýst eftir presti, sum hevur eitt djúpt og livandi samband við Gud", sum tey orða seg.
Í 2003 kom presturin Thorkild Grosbøll í andglettin, tí hann segði seg ikki trúgva á ein skapandi Gud. Og sóknarpresturin Børge Rasmussen, sum virkar í Fredens-Nazaret sóknini í Keypmannahavn, sigur við Kristeligt Dagblad, at hetta hevur ført við sær, at tað hevur verið neyðugt at leggja dent á, at ein komandi prestur í sóknini skal trúgva á Gud.
- Vit kunnu tað sama siga tað, sum tað er, so at prestar, sum ikki passa til hesa meinigheitina, sleppa undan søkja til onga nyttu, sigur Børge Rasmussen við blaðið.
Biskupurin í Keypmannhavn, Peter Skov-Jakobsen, heldur ikki, at nakað løgið er við slíkari starvslýsing, og biskupurin í Lolland-Falster, Sten Skovsgaard, heldur, at orðingarnar í starvslýsingunum vísa á eitt ynski hjá sóknunum um at fáa prestar, sum taka trúnna í álvara.










