Søguríkur dagur

Helena Samuelsen
---

Føroya søga er skrivað í brotum. Eitt brotið er um teir sálarliga menningartarnaðu føroyingarnar, sum búleikaðust á Rødbygård í Danmark. Hesi fólk høvdu ikki sjálv valt at búgva har, og heldur ikki teirra avvarðandi.
Tey høvdu einki val. Tey tóku av tí, ið stóð teimum í boði, tá illa stóð til heima, og løturnar vóru tungar. Hjálpin var ikki at fáa í landinum.
Í 1959 kom lógin í Danmark, sum kundi ávísa føroyingum til Rødbygård og har umvegis, og áðrenn tað vóru tey víst til ymsar stovnar í Danmark.
Tann 5. mars 1973 varð søguligur dagur fyri mong í Føroyum. Tann dagin tók Peter Broderick móti lyklunum til pensionatið á Eirargarði, har 11 fólk skuldu búgva, og hann var settur leiðari. Lisbeth Ullmann Knudsen, leiðari, fekk lyklarnar til deild 5, sum skuldi hýsa 20 børnum. Hetta vóru bert fyribils búpláss, meðan bíðað varð eftir, at okkurt varð bygt í Føroyum til sálarliga menningartarnað fólk.
Í apríl 1973 kundu so tey fyrstu fólkini koma heim aftur úr Danmark. Eg fari at heilsa øllum teimum, sum vóru við í arbeiðinum fyri 40 árum síðani, fyrstu tíðina sum var so strævin bæði fyri búfólk og starvsfólk. Nógvar vóru avbjóðingarnar, tá so nógv fólk skuldu læra hvør annan at kenna, fleiri vóru málleys, onnur høvdu verið so leingi í Danmark, at tey bara skiltu danskt, øll skuldu venja seg við nýggjar umstøður og frælsari húsareglur.
Nøkur av teimum, sum tóku við avbjóðingini fyri 40 árum síðani, eru enn til arbeiðis, onnur eru farin frá fyri aldur, og upp aftur onnur liggja undir grønu torvu. Eisini fleiri av teimum, sum upplivdu at koma heim aftur á klettarnar, eru farin, meðan nøkur enn búgva á Eirargarði ella aðrastaðni í Føroyum. Henda heilsan er ætlað teimum og trúføstu starvsfólkunum, sum hava arbeitt á økinum øll hesi árini.