Søguligur ríksileiðarafundur

Tá pakistanski forsetin, Asif Ali Zardari, var í India í dag og vitjaði indiska forsætisráðharran, Manmohan Singh, var tað ein søgulig vitjan, tí hetta er fyrstu ferð í sjey ár, at ein pakistanskur ríkisleiðari vitjar grannalandið.

Teir báðir høvdu ein 40 minuttir langan fund, har teir umrøddu ymisk evni av felags áhuga so sum tað umstrídda Kashmir, sum hevur elvt til tvey kríggj millum tey bæði londini. Men onnur evni vóru eisini á skránni so sum yvirgangur og handil.

-Vit vilja hava betri viðurskifti við India, og eg vóni, at vit kunnu hittast á pakistanskari jørð skjótt, segði pakistanski forsetin, tá hann kom á fundin. Indiski forsætisráðharrin svaraði, at hann vónar at vitja Pakistan innan alt ov langa tíð.

-Vit hava nóg mikið at tosa um, og vit eru til reiðar at finna loysnir, segði hann.