TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr ein fegnan Nicholas Petterson, sum er tann fyrsti føroyski tennisspælarin nakrantíð, sum hevur vunnið seg í eina fjórðingsfinalu í tenniskappingini greiða frá.
Hetta hendi tá Nicholas Petersson fyrrapartin vann 2-0 í áttandapartsfinaluni á Scott Weaver. Nicholas vann dystin 2-0 við settmuninum 6-4 og 6-0.
Í fjórðingsfinaluni møtir Nicholas einum spælari av Jersey, sum er styrkismettur, sum nummar tvey. Talan er um Stuart Parker. Fjórðingsfinalan byrjar nú klokkan eitt.
Nicholas Petterson er vaksin upp í Danmark, men er hálvur hvannasundsmaður og skilur og lesur føroyskt.