Tað ein syndarlig sjón at síggja leivdirnar av gamla timburbygninginum, ið nógvir føroyingar hava havt tilknýti til - antin tá húsini hýstu gamla sanatoriið, tá tað seinni var røktarheim, ella tá gentustudentar av bygd búðu har.
- Ongin ivi er um, at hetta er ein stórur missur. Men vónandi gevur hetta samstundis høvi til at byggja húsini upp aftur í upprunaligum sniði, sigur Gunnar Hoydal.
Hann vísir á, at bygningurin ikki er friðaður, og at vindeygu og aðrar detaljur so við og við eru skift út.
Stig varð tikið til at byggja húsini í 1932 í sambandi við plásstrot á Sanatoriinum, ið varð bygt í 1908. Tað var Løgtingið, sum lat hann byggja.