Søguligt val: Fraklendingar vraka gomlu flokkarnar

Alt bendir á, at franskir veljarar hava skrivað søgu í dag. Fyri fyrstu ferð síðan 2. veraldarbardaga er hvørgin av teimum stóru flokkunum á vinstra ella høgru síðuni umboðaði, tá veljararnir skulu velja til næstu umfar.


Í staðin vísa forsøgnirnar, at valið verður millum Emmanuel Marcon, forsetavalevni fyri nýstovnaða flokkin En Marche! og Marine Le Pen, forsetavalevni fyri Front National.


Sambært TF1, so fáa tey bæði forsetavalevnini 23 prosent, France2 gevur Macron 23,7 prosent, meðan Le Pen fær 21,7 prosent, og í forsøgnunum hjá BFMTV fær Macron 23,7 prosent og Le Pen 22 prosent.


Veljarakanningar hava higartil víst, at um fraklendingar skulu velja millum Emmanuel Marcon og Marine Le Pen, so vinnur Marcon við einum stóru meiriluta. Um 39 ára gamli Emmanuel Marcon vinnur næsta umfar, so tekur hann gamla metið hjá Louis-Napoleon Bonaparte, og verður yngsti forsetin í franskari søgu. Napoleon var 40 ára gamal, tá hann varð valdur til forseta. 


Republikanska valevnið, Francois Fillion, liggur við umleið 20 prosent av atkvøðunum á einum triðja plássi, meðan valevnið hjá sosialistunum, Benoît Hamon, einans fær umleið 7 prosent av atkvøðunum. Til valið fyri fimm árum síðan fingu teir báðir gomlu flokkarnir umleið 60 prosent av atkvøðunum.