Søgulig stevna hjá ÍF

Í ár eru liðin 60 ár síðani fólk í Fuglafirði tóku stig til at stovna ítróttarfelagið í bygdini við styttingini ÍF.

Hetta felagið er virkið enn, og nú á Varmakeldu er ætlanin at lýsa hetta felagið í orðum og myndum.
Hetta verður gjørt við eini framsýning, sum verður í Ribarhúsi stevnudagarnar. Opið verður allar dagar frá kl. 15 til 22.
Eitt av størstu brøgdunum hjá felagnum mundi vera, tá bestu fótbóltsleikarar felagsins gjørdust føroyameistarar kappingarárið 1979.
Hetta og mangt annað verður helst væl og virðiliga lýst á framsýningini.