Síðani aldarskiftið hevur Òli Jacobsen gjørt eitt stórt og slóðbrótandi arbeiðið at fáa nógv siðsøguligt tilfar fest á blað. Fyrst í tí vælumtókta FF-blaðnum, sum fór í søguna í 2007, og seinnu árini í "Miðvikuni" í mikudagsútgávuni hjá Sosialinum.
Óli Jacobsen hevur eisini fingið ein stóran part av tí siðsøguliga partinum givið út í bøkur, sum hava verið væl móttiknar millum manna.
Í 2010 gav Óli Jacobsen bók út um havnarmannin, Daniel J. Danielsen, millum manna nevndur "Dollin". Dollin varð føddur í 1871, og doyði í 1916. Dollin og og navnframi bíbliutýðarin, Victor Danielsen vóru systkinabørn. Henda bókin kravdi eitt stórt granskingararbeiðið, har Óli Jacobsen saman við øðrum góðum fólki mátti gera eitt stórt átak fyri, at hendan bókin kundi gerast veruleiki.
Fyrst í 20. øld fekst Dollin við trúboðaravirksemi í Belgiskum Kongo í Afrika. Belgiskt Kongo varð tá á døgum ein persónlig ogn hjá tí belgiska konginum, Leopold 2. (1835-1909)
Í Belgiskum Kongo fóru fram nógvir ræðuleikar, har belgiskir hermenn kvettu hendurnar av hjá mongum av teimum innføddu, og var Dollin fremst í orrustuni at dokumentera ræðuleikarnar, og at fáa altjóða samfelagið at vakna. Endin varð, at Leopold 2. í 1908 mátti lata Kongo frá sær til tann belgiska statin, og teir ringastu ræðuleikarnir í belgiskum Kongo fingu ein enda.
Dollin hevur verið tagdur burtur í søguni um hvussu ræðuleikarnir í Belgiskum Kongo fingu ein enda. Men við hørðum og miðvísum arbeiði hevur tað eydnast Óla Jacobsen at fáa søguna hjá Dollanum fram, bæði í Bretlandi, Belgia, USA og aðrastaðni við. Søgan um Dollan og hansara stóra humanitera leiklut er nú prentað á enskum, og frættir Óli oftari og oftari frá søgufrøðingum og søgufróum fólki, sum vísa søguni um Daniel J. Danielsen ans.
Undir greinini ber til at hoyra eitt prát við Òla Jacobsen um tey frambrot, sum eru hend viðvíkjandi hesari hjartanemandi søguni um tann bráðræsna havnarmannin, sum gjørdi eitt stórt arbeiðið fyri at koma ræðuleikunum í Belgiskum Kongo til lívs. Ì samrøðuni fortelur Óli um tey sambond hann hevur fingið við søgugranskarar og søgufróð fólk úti í heimi.










