Søgufrøðingurin fráleggur sær próvbyrðuna

Jógvan við Keldu
----
Vóni við hesum, at hann kemur við einum greiðari svari, tí hvat Jógvan við Keldu og hansara karakterur er og ikki, kemur ikki hesum álvarsama frasagnarmáli við

Tað kemur av og á fyri, at søgufrøðingur, sum er farin skeivur av t.d. frágreiðingum, dagfestingum ella á annan hátt, er komin við rættingum og hevur orsakað skeivleikan. – Onki verk er lýtaleyst.

Hinvegin er tað eisini komið fyri, at teir eru farnir skeivir, men hava – av eini ella aðrari orsøk – ikki vilja rættað skeivleikan. Tá eru aðrir starvsbrøður komnir teimum “til handa” og hava greitt frá, hvat veruliga hendi, ella hvat annað lá í málinum.

Leypir elegant um
Í seinasta svarinum hjá Hans Andriasi Sølvará, tekur hann soleiðis til m.a.: “Eg standi við hvørt orð, sum eg havi sagt um hesi viðurskifti í fyrilestrinum og eg hvørki havi ella fari her at skáka mær undan nøkrum av hesum”. Síðani sigur hann: “Eg havi bara endurgivið brot úr endurminningum frá 1920 og 30 árunum hjá Josiasi Matras, einum mentaðum, trúgvandi og djørvum klaksvíkingi, sum prógv fyri at “summi” í Klaksvík “vilja siga”, at Kjølbrofyritøkan hevði ov stóra ávirkan á lívið í Klaksvík...”.

Tað, sum kjakið okkara millum og frá mínari síðu frá byrjanini til nú hevur snúð seg um, er bert – fyribils – eitt brot, ein táttur hann ferð eftir ferð hevur endurtikið á víðum vølli: “....Det førte tit til, at mange også af økonomiske grunde, lod sig gendøbe...”. Hetta og onki annað er málið eg – fyribils – havi tikið upp, og samstundis biðið um eina próvførslu. Men hetta leypir hann bara elegant um í sínum seinasta svari, og tekur tað enntá slettis ikki við.

Ístaðin hevur hann fleiri ferðir endurtikið eitt og annað sum t.d. at Jógvan: .. “ við illgitingum og ósakligum tilsipingum hevur lagt ein trúgvandi, mentaðan, djarvan og nú fullkomiliga verjuleysan klaksvíking...” - Hetta er ikki um kenslur, málið snýr seg um, men spurningur um hetta er sannleiki ella ósannindir. Í øðrum førum vildi onkur sagt, at “hetta uppáhald er ikki gamansleikur”.

Søgufrøðingar og verjuleys
Tað undrar eisini meg, at hann heldur, at tað er nógv avgjørt at nevna verjuleysan mann, sum farin er hiðani. Er tað ikki fólk, sum farin eru hiðani og tí verjuleys, sum søgufrøðingar fyri tað allarmesta viðgera, endurtaka og arbeiða við!

Omaná hetta leggur hann próvbyrðuna yvir á meg í einum málið, sum hann sjálvur hevur reist, og sum hann sigur “eg standi við hvørt orð” og hevur tikið úr bók útgivin í 1960, og uttan at kanna, um hetta hevur sannleikavirði, er ivasamt ella kanska ósatt.

Hetta minnir meg um einaferð, tá ein maður stóð við eini sálmabók í hondini, í tí hann tekur til: “Hetta er heimsins besta sálmabók”. Tá letur í einum: “Hevur tú sæð allar heimsins sálmabøkur”. Ella sum annar segði: “Allir heimsins svanar eru hvítir”, tá svarar hin: “Hvussu veitst tú tað, hevur tú sæð allar heimsins svanar”?

Samkomunnar grundarlag
Haldi ikki, at tað er serliga heiðurligt, at “søgufrøðingurin fráleggur sær próvbyrðuna”, heldur enn at koma við prógvi av máli, hann sjálvur hevur reist, og brúkt sum søguliga undirbygging fyri samfelaganum Klaksvík, og hvørs grundarlag ein samkoma verður bygd á... “ Det førte tit til, at mange, også af økonomiske grunde lod sig gendøbe”.

Vóni við hesum, at hann kemur við einum greiðari svari, tí hvat Jógvan við Keldu og hansara karakterur er og ikki, kemur ikki hesum álvarsama søguliga frasagnarmáli við.