Síggja vøkru náttúruna

GONGUTÚRAR Í summar hava sandoyingar og onnur áhugað havt møguleika at mýkja sær vøddarnar við gongutúrum til fleiri av vøkru støðunum í Sandoynni

Sandoy: Ein av hesum túrunum var í Núpsdal, eitt heldur kalt mikukvøld nakað undan ólavsøku.

Túrurin byrjaði í Skálavík, har fólk fyrst koyrdu niðan ímóti sjálvum dalinum, og steðgaðu beint við rættina hjá monnunum.

Haðani frá gekk leiðin til gongu norður í sjálvan dalin, framvið Núpsánni, her mangir skálvíkingar hava hugnað sær úti í náttúruni. Fyri tey er hetta at meta sum eitt satt útferðarpláss, har ein kundi spæla í ánni og ikki minst í hylinum, har fólk plagdu av svimja.

Dalurin var eisini gott torvlendi, og haðani gongur eisini ein gomul og nú óbrúkt torvgøta. Hinvegin so er hetta við torvskurðinum ikki fullkomuliga burturdottið, tí onkur hevði í summar skorið sær torv sum varð sett upp í eld, sum tikið verður til.

Týðiligt var at síggja, at her var sera væl frágingið, og tí kundi ein saktans havt hetta sum eitt tilboð til tey ferðandi sum høvdu áhuga í torvskurði fyrr og nú.

Á gongutúrinum verður prátað fólkanna millum, og her visti onkur, at økið í Núpsdali og áin vóru fyri eini 20 árum síðani hótt av eini ætlan um at steingja tað av til eitt alibrúk á landi.

Bæði støðini eru sera vælegnað til eitt slíkt endamál. Men, sum ein sandoyingur tók til:

- Tíbetur kom kreppan fyrst í 90’unum, soleiðis at ætlanin datt niðurfyri. Kanska var tað líka so gott, tí so høvdu vit ikki átt hesa vøkru náttúruperluna.