Í sambandi við seinastu ólavsøkurøðu løgmans varð upplýst, at tilsamans 9.224 fólk eru í almennum starvi. Hetta skal síggjast í mun til uml. 7.000 fyri 10 árum síðan.
Ávís tingfólk upplýsa fyri Føroya fólki, at eitt stað, ið veruligur peningur er at spara, er í Uttanríkisráðnum Tí har eru 29 starvsfólk! Tað svarar til trý av hvørjum 1000 fólkum, sum eru í almennum starvi. Løgin fokusering.
Síggja eitt træ í skóginum
Tikið verður til, at tú sær ikki skógin fyri berum trøum. Hesi tingfólk hava stært seg blindan og illan á bara eittans træ, og samanbera tað við onnur á fullkomiliga høpisleysan hátt.
Stjórnarráðini eru sera ymisk til støddar og ymisliga skipað. Fíggjarmálaráðið er skipað við sera fáum starvsfólkum í beinleiðis miðfyrisitingini, og hevur so kamuflerað fyrisitingina í einum ríkum undirskógi av stovnum og ráðum at veita ta ráðgeving, ið Uttanríkisráðið hevur valt at hava innanborða í eini felags manning. Telur tú væl eftir, við Taks, Gjaldstovuni, Hagstovuni og øðrum, sæst, at Fíggjarmálaráðið í veruleikanum hevur fleiri enn 200 fólk í starvi.
Sama mynd ger seg galdandi, um ein t.d. hyggur at Mentamálaráðnum ella Almannamálaráðnum. Har er ein hópur av starvsfólki skipaður í stovnum og ráðum uttanfyri sjálva miðsfyrisitina, ið beinleiðis veitir ráðgeving og aðrar tænastur til stjórnarráðið. Ein kann ikki kann samanbera eitt súrepli og spaghetti.
Uttanríkisráðið næst minst
Uttanríkisráðið fór øvutan veg, tá ið SamVit varð lagt inn í sjálvt stjórnarráðið. Uppgávur viðvíkjandi ferðavinnu og útflutningsframa, ið áður lógu úti hjá undirløgdum stovni, vóru nú lagdar inn í sjálvt Uttanríkisráðið. Í tí høpinum varð so eisini valt at spara og nú er starvsfólkatalið 29 í mun til 37 framanundan. Kanska onnur kundu lært av tí.
Áhugavert, at Uttanríkisráðið hevur næstminstu játtanina av øllum stjórnarráðunum; einans Løgmansskrivstovan, ið jú onga ítøkiliga fyrisiting hevur, kostar minni. Tískil eisini áhugavert, at tað júst skal vera hjá Uttanríkisráðnum, at loysnin upp á fíggjartørvin hjá Landinum skal finnast. Gamaní, vit arbeiða javnt og samt við at fáa Føroyum nýggjar inntøkumøguleikar í okkara samskifti við umheimin, og í fleiri førum hevur tað eisini eydnast.
200 mió kr til eftirlit
Skulu vit reformera í almennu útreiðslunum og gera veruligar sparingar, er neyðugt at hyggja at teim stóru samanhangunum. Ein áhugaverd mynd teknar seg, um vit t.d. hyggja at, hvussu nógvar stovnar, ráð og nevndir, ið okkara lítla land hevur skipað til tess at ansa eftir hvørjum øðrum – at tú og eg skikka okkum væl. Skjótt talt eftir, og so er onkur helst ikki við, eru í minsta lagi 330 fólk lønt av landskassanum til slíkt eftirlit, umframt ein fjøld av nevndarlimum. Her er alt frá t.d. Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, Fiskiveiðieftirlitinum, Kappingarráðnum og Landsgransskoðaranum til elnevndina, javnstøðunevndina og t.d. leigunevndina og hópin av ymsum kærunevndum. Kostnaðurin av øllum hesum liggur um 200 mió kr!
Og her eru ikki tald við løgregla, varðhald, kriminalforsorg og Føroya rættur, ið eru donsk málsøki. Sjálvsagt eru nógvar av hesum útreiðslum neyðugar, men kanska kunnu sparingar gerast á slíkum økjum?
Fokus
Kanska skulu vit fokusera meira, og stýra ein størri part av orkuni hjá tí almenna á øki, har ið vit skapa nýggjar møguleikar fyri menning og inntøkuskapan, ikki minst í viðurskiftum við umheimin og nýta minni orku til umsiting og eftirliti av hvørjum øðrum?
Kanska skuldu vit roynt at gjørt tað almenna meira einfalt, meira effektivt og minni kostnaðarmikið? Latið okkum í øllum førum viðgera hesi mál sakliga og ikki sleingja fram tøl í samanberingum, sum eru púra ósambærlig.