- Sum átaksleiðari hjá Tórshavnar Sløkkiliðið, eru uppgávurnar sera ymiskar!
Tað ásannar Hans David Hansen, átaksleiðari hjá Tórshavnar Sløkkiliði.
Í gjárkvøldið vóru boð eftir honum at fara á Gomlurætt, tí at ein sjúkur hvalur hevði leitað slr inn í havnina har.
Hann fór vestur, og har lá ein hvalur og svamblaði. Tað vísti seg, at verða ein ungur grindahvalur, ein kvennhvalur, sum var einar tríggjar ella fýra metrar langur.
Hans David Hansen staðfesti, at hvalurin var ikki sjúkur, men av onkrari orsøk er hann blivin burtur frá sínum flokki.
Og av tí sama var hon kanska eitt sindur spælisjúk og sum tað sæst í youtube brotinum læt hon seg fegin bæði kelað og klappað.
Átakaleiðarin hevur kallað hana Grinda, og hon lá enn í Gomlurætt í morgun.
Trýst á pílin á myndini og síggj film, tey hava tikið upp av hvalinum.