Søgdu løgmaður og varaløgmaður ósatt?

Í krosskasti segði løgmaður fyri opnum skermi: Vit fara ikki at loysa. 2 dagar seinni møtir hann donsku stjórnini við einum uppkasti har stendur: Denne traktat om associeret statsforbindelse_ OPRETTER FÆRØERNE SOM EN FRI OG SUVERÆN STAT (afsnit 1,artikel 1, stk 2).

Nevnda orðing er loysing - tað kann ikki sigast greiðari!

Er Afsnit 1, artikel 1 stk 2 gjørt eftir krosskast sendingina? Tað eru vit mong, ið ivast í. Um ikki, var farið lætt um sannleikan av løgmanni í krosskasti, frammanfyri øllum føroya fólki.

Tað sæst svart uppá hvítt, nú samráðingarnar tíbetur ikki eru duldar meira.

Nyrup framdi neyðugan opinleika í samráðingunum:

Boðskapurin hjá Nyrup er krystalklárur- 3-4 ár um loysing verður vald. Tað kunnu føroyingar fyrihalda seg til.

Mátin boðskapurin var framborin av Nyrup, kundi verið meira heppin. Nú roynir samgongan at fara eftir Nyrup, heldur enn fyrihalda seg til boðskapin hann kom við. Somuleiðis royna teir at skapa eina nationalromantiska øsing ímillum føroyingar. Tað er tað vit hava minst tørv á nú.

Føroyingar hava tørv á at vita konsekvensin av tí samgongan hevur runnið undan alla tíðina: Hvørjir vansarnir eru av at loysa.

Gleðiligt er, at almenningurin í Føroyum nú kann fylgja við í samráðingunum. Vónandi fara okkara menn at halda seg til sannleikan. Og kalla ein spaka fyri ein spaka. Tí tað er fyritreytin fyri øllum konstruktivum arbeiði.


Marjus Dam, løgtingsmaður