Søgan aftan fyri umtókt toskakvøld

- Eg haldi, at fiskurin av Føroyabanka eigur at verða oyramerktur til føroysku matstovuvinnuna, sigur Johan Mortensen.

Nú havrannsóknarskipið kom aftur av túri, har teir høvdu gjørt yvirlitstrolingar á Føroyabanka, var hetta sættu ferð á rað, at matstovurnar »heima í Havn« keyptu veiðina.

 

Um várið hava "bankadagar" verið á matstovuni Barbaru, og í november verða saltfiskadagar – ella baccalao-dagar - við hesum avbera góða bankatoski. Næstu dagarnar verða toskur og høgguslokkur eisini á skránni á Barbaru.

 

Hesaferð vóru tað - enn einaferð Ólavur Sjúrðarberg úr Leirvík - og Jógvan Simonsen úr Hvannasundi, sum hagreiddu fiskin. 

 

Men, hvør er so søgan aftan fyri, at toskur, hýsa, høgguslokkur og annar fiskur av Føroyabanka endar á matstovunum "heima í Havn"?

 

Søgan byrjar fyri skjótt fimm árum síðan, tá Johan Mortensen og Oyvindur av Skarði, fulltrúi í vinnumálaráðnum, ein dagin komu í prát soleiðis generent um branding av Føroyum.  

 

Oyvindur av Skarði helt, at meira skuldi verið gjørt við Føroyabanka. Hetta kveikti eisini áhugan hjá Johan Mortensen, sum setti seg í samband við Havstovuna og Johannes Jensen, stjóra á Hotel Føroyum.

 

Ein avtala varð gjørd um keyp av fiskinum av Føroyabanka, sum síðan verður brúktur í matstovunum, Áarstovu og Barbaru, og hetta tiltak hevur síðan rættiliga vakt ans.

 

Í mars, eftir at Magnus Heinason hevði verið á Føroyabanka og gjørt vár yvirlitstrolingar, var sera nógv fremmandafólk á Barbaru, og tað var kokkurin, Jákup Sumberg, sum syrgdi fyri frálíku matarskránni.

 

Samstarvið millum Havstovuna og gastronomiina í Havn - um vit so kunnu siga - hevur riggað sera væl.

 

Nú er meira lív í á Føroyabanka, men Johan Mortensen heldur, at friðingin eigur at halda fram í minsta lagi  tvey ár aftrat, áðrenn støða verður tikin til veiði.

 

- Fiskurin av Føroyabanka eigur at verða oyramerktur til matstovuvinnuna, og matstovuvinnan eigur eftir mínum tykki at verða umboðað, tá loyvi aftur skulu gevast til veiði á Føroyabanka, heldur Johan Mortensen.