SÍ flongdi Fleyr

Flogbóltur - Fleyr kom ongantíð í gongd, tá SÍ vitjaði Gunda­dalshøllini, so tí vunnu sørvingar ein sera sannførandi sigur

Í fjør var Fleyr ført fyri at spæla upp ímóti bæði SÍ og Mjølnir, sum endaðu í FM-finalunum, men sum heild var størsti trupulleikin hjá havnarmonnunum, at teir vóru ov óstøðugir. Ikki er sørt, at tað sama spøkir í vetur.
Leygardagin var í øllum førum eingin ivi um, hvat av liðunum var tað betra, tá Fleyr tók ímóti SÍ, tí sørvingar vóru snøgt sagt omaná í øllum løtum. Og í løtum var talan um eina veruliga flongju.
Tað tók minni enn ein tíma hjá SÍ at vinna dystin, og tað bleiv gjørt við góðum spæli og einum heilhugaðum innsatsi. Men av tí at mótstøðan hinu megin netið var linlig, gjørdist tað næstan ov lætt.
Fleyr, sum nú hevur tapt fýra av sínum seks dystum higartil, tykist eitt sindur leitandi í løtuni, men fyrst og fremst ræður um at finna eitt støðufesti, ið kann geva úrslit. Tað hava teir í SÍ, sum anda fuglfirðingar í nakkan heilt har frammi – tvey stig aftanfyri, men eisini við einum dysti minni.