SÍ fekk sín næsta sigur

SÍ vann heldur óvæntað á Fram í meistaradeildini hjá monnum leygarkvøldið, og við hesum fingu teir sín fyrsta sigur í endaspælinum

FLOGBÓLTUR

Fram var stórur favorittur, tá ið teir tóku ímoti SÍ í meistaradeildini hjá monnum fríggjakvøldið. SÍ hevur tó í fleiri umførum víst, at teir saktans kunnu vera við, men í avgerandi løtunum hava teir tó ikki verið nóg neyvir.
Fríggjakvøldið riggaði tó betur hjá teimum. Teir vunnu nevniliga dystin á Fram, og sostatt tryggjaði teir sær sín fyrsta sigur í endaspælinum.

SÍ setti dagsskránna
Dysturin var ikki nógvar bóltar gamal, tá ið SÍ vísti, at teir ikki ætlaðu at geva seg uttan at kempa í dystinum í meistaradeildini hjá monnum ímóti Fram. Teir løgdu nevniliga betri fyri í fyrsta setti, og teir megnaðu at vinna seg nøkur stig fram við Fram.
Fram royndi tó at hanga í, men hesaferð gjørdust teir ov stuttir. SÍ helt leiðsluni allan vegin, og teir vunnu fyrsta settið 25-21.
Í øðrum setti var Fram tó nógv betri við, og nú høvdu teir fingið gongd á. Teir løgdu betur fyri enn ungu sørvingarnir, og sum settið leið, øktu teir um munin. SÍ var tó hampiliga væl við alt settið, men leiðslan hjá Fram var tó ongantíð í vanda. Fram vann annað sett 25-19, og so stóð aftur á jøvnum millum liðini.

SÍ setti Fram uppá pláss
Nú tóktist Fram veruliga at hava fingið gongd á, men SÍ vildi tað tó øðrvísi. Í triðja setti løgdu teir fyri sum eitt óløgi, og teir vunnu sær eina trygga leiðslu mitt í settinum. Henda bleiv bara størri og størri, og at enda vann SÍ ein ógvuliga tryggan 25-14 sigur í triðja setti, og her var slett eingin ivi um úrslitið í hesum settinum.
Í fjórða setti var SÍ aftur oman á. Fram var tó heldur betri við í hesum settinum, men spenningurin kom ongantíð veruliga í. Fyrstu løtuna fylgdust liðini, men so við og við tók SÍ yvir. Teir vunnu sær eina lítla leiðslu, og móti endanum gjørdist greitt, at her fóru sørvingarnir at vinna. Teir vunnu eisini fjórða settið 25-20, og sostatt tryggjaði tær sær sín fyrsta sigur í endaspælinum í bestu mansdeildini.