Fótbóltur
Hetta varð úrskurðurin, eftir at MB hevði noktað at fylgt teimum ásetingum, sum Kappingarnevndin hevði álagt felagnum til seinna dystin móti SÍF. Nevnliga at dómaraseðilin skuldi verða latin inn fríggjadag kl. 17, sum dysturin skuldi verða leygardag.
Tá hetta ikki varð gjørt, varð dysturin í fyrsta lagi avblástur, og mikukvøldið avgjørdi kappingarnevndin so, at SÍF verður dømt at vinna dystin 0-0. Harvið er SÍF samlaður vinnari av dystinu, sum skuldi gera av, hvat av feløgunum skuldi taka sessin hjá ovara stadda liðnum hjá FS Vágum, sum nú er avtikið.
Roknað verður annars við, at tað verður eitt nýstovnað FSV, sum komandi ár fer at spæla fyri SÍF í aðru deild.










