Rynkebyliðið komið til Fraklands

Eftir at hava súkklað 100 kilometrar í dag fór føroyska Team Rynkeby fyri løtu síðani um markið til Fraklands. Tá dagurin er runnin eru bara 70 kilometrar eftir til Paris

 

Eftir at hava súkklað 100 kilometrar í dag fór føroyska Team Rynkeby fyri løtu síðani um markið til Fraklands. Tá dagurin er runnin eru bara 70 kilometrar eftir til Paris.

 

Veðrið hevur ikki verið til vildar hjá føroyska Rynkebyliðnum, sum stríðist við teir 1200 kilometrarnar á súkklu til franska høvuðsstaðin. Heldur enn sól og summar kann veðrið samanberast við føroyskt heystveður við regni og vindi.

 

Men hýrurin á liðnum er kortini góður. Ikki minst, nú liðið fyri løtu síðani súkklaði um markið til Fraklands. Teinurin í dag er okkurt um 200 kilometrar, og nú farið er um markið hevur liðið súkklað umleið helvtina.

 

Tí eru nakrir tímar eftir á súkkluni, áðrenn Rynkebyliðið kemur fram til Soissons, har gist verður í nátt.

 

Dagurin í dag er tann næstsíðsti, áðrenn liðið í morgin súkklar síðstu 70 kilometrarnar inn í Paris.

 

Við at trýsta á pílin undir myndini ber til at hoyra reportagu frá Tróndi Arge, ítróttarredaktøri í Miðlahúsinum og Rynkebysúkklara, beint eftir at liðið kom inn í Frakland fyri løtu síðani. Tróndur Arge tosar eisini við Finn Danberg, sum í dag hevur uppgávuna at súkkla fremst.

 

in.fo fylgir við føroyska Rynkebyliðnum. Seinni í dag ella í kvøld er meira at frætta frá liðnum, umframt at vit fáa nýggjar myndir.