Vaglið í Havn var flaggskrítt, tá Rynkeby súkklarnir vitjaðu á vaglinum, har skipað varð fyri hátíðarhaldi við tónleiki og onkrum til matna, áðrenn leiðin gongur víðari oman á Norrønu á leiðini til París.
– Nú hava vit í rættiliga langa tíð sæð tykkum súkklað í hesum bjørtu litunum eftir vegunum her í Havn og kring landið, og eitt má man siga: Tit síggja meira og meira professionell og kekkaði út. Jú, føroysku brekkurnar og mótvindurin er góð heilsubót í sjálvum sær, serliga á súkklu, segði borgarstjórin í røðu, sum hann helt fyri súkklarunum.
Borgarstjórin rósti somuleiðis team Rynkeby fyri tað vælgerandi arbeiðið, ið verður gjørt til frama fyri børn og familjur, sum eru rakt av krabbameini.
– Eitt vakurt endamál, sum vit øll taka undir við og stuðla, segði hann.
Súkklarnir fingu somleiðis handað gávur frá Tórshavnar kommunu, harímillum eina t-shirt við tekstinum „Vit elska Tórshavn“.