Eftir at hava umboða Miðflokkin seinastu 10 árini, verður Vinjard Johansen nú at síggja á listanum hjá Sambandsflokkinum til komandi løgtingsval.
Tað boðar hann frá í morgun.
Vinjard hevur verið virkin í Miðflokkinum síðan 2004. Hann hevur sitið í nevndini fyri Miðflokkin og hevur eisini í fleiri umførum sitið sum varamaður á tingið fyri flokkin, men nú fer hann úr Miðflokkinum og stilla upp fyri Sambandsflokkin á næsta løgtingsvali.
- Tá ið Sambandsflokkurin heitti á meg um at stilla uppl, hugsaði eg meg ikki leingi um, áðrenn eg gjørdi av at taka av tilboðnum, sigur hann.
Hann sigur, at stevnuskráin hjá Sambandsflokkinum passar væl til hansara politisku sannføring.
- Míni ynski og politisku mál eru, at vit øll skulu kunna liva eitt virðiligt lív í Føroyum, samstundis sum vinnan fær teir bestu karmarnar at virka innanfyri.
- Hetta, og støðan hjá Sambandsflokkinum til ríkisfelagsskapin millum Føroyar, Danmark og Grønland eru fullkomiliga í samsvar við mína politisku sannføring, leggur Vinjard Johansen, afturat.