Brennievnið er so dýrt, at fleiri flogrutur bera seg ikki Írska lágprís-flogfelagið Ryanair kunngjørdi í morgun, at tað hevur gjørt av at seta 20 av sínum flogførum.
Orsøkin er, at brennievnið til flogførini er vorðið so dýrt, at fleiri rutur bera seg ikki longur.
Ryanair hevur 166 flogfør og hevur bílagt 135 nýggj flogfør.










