Rwanda krevur mann útflýggjaðan úr Danmark

Myndugleikarnir í afrikanska landinum Rwanda hava nú biðið donsku myndugleikarnar útflýggja ein 49 ára gamlan mann úr Rwanda, sum býr á Sjællandi, so hann kann koma fyri rættin í heimlandinum.

Maðurin er longu ákærdur í Danmark, og ætlanin var, at rætturin í Roskilde skuldi viðgera málið í summar. Men fyri átta døgum síðani fingu donsku myndugleikarnir eina áheitan úr Rwanda um at útflýggja mannin. Tað sigur Birgitte Vestberg, sum er statsadvokatur í altjóða revsimálum, við fjølmiðlarnar.

Løgmálaráðið í Keypmannahavn skal nú taka støðu til áheitanina úr Rwanda.

Tann 49 ára gamli maðurin er ákærdur fyri at hava havt ein týðandi leiklut í fólkamorðinum í Rwanda í 1994, og umboð fyri danskar myndugleikar hava verið í Rwanda fleiri ferðir og savnað próvtilfar ímóti manninum. Men býarrætturin í Roskilde og eystari landsrættur hava sagt, at maðurin kann ikki ákærast fyri fólkamorð, tí reglurnar um fólkamorð kunnu ikki brúkast í rættinum. Tað eru myndugleikarnir í Rwanda sera misnøgdir við, og tí krevja teir nú at fáa mannin útflýggjaðan, so hann kann ákærast fyri fólkamorð í heimlandi sínum.