Ørvur bjargaði sær ein møguleika afturat

8-mannafør: Knørrur er framvegis fremstur í FM kappingini, har tað væl kann hugsast, at Nevið Reyða fer at vera við til at gera av, hvør skal verða meistari

Luttakararnir eru fáir, men kappingin er stór. Hetta varð aftur staðfest í Vestmanna. Kvívíkingur luttók fyri fyrstu ferð í ár. Hann spældi ongan leiklut og endaði væl aftanfyri hinar. Argjabáturin, sum í fýra teimum fyrstu kappingunum ofta var bragdligur á fyrsta teininum, var ongantíð fremstur og endaði á fjórða plássi.
                      Hinir tríggir bátarnir skiftust um at vera á odda. Ørvur hevði góðan start, Nevið Reyða fylgdi sera væl við og var eina løtu fremstur. So vóru tað favorittarnir á Knørri, ið áttu tørn. Teir løgdu seg framum hinar, og harvið tóktist tað sum um, at tað fór at enda, sum tað hevur gjørt fleiri ferðir fyrr í ár.
                      Ørvur er vónin og álitið í sera miseydnaða róðrarárinum hjá Havnar Róðrarfelag. Tað verður tosað um, at tað eru ungu menninir á Ørvi, sum áður hava vunnið FM við 6-mannafarinum Gongurólvi, sum næstu árini skulu lyfta Havnarbátin fram hagar, sum tey í HR halda, at hann hoyrir heima, og sum hagtølini vísa, at hann so ofta hevur verið.
                      Ørvur sveik ikki síni viðhaldsfólk. Í endaspurtinum tók hann Knørr.
                      - Vit vistu, at tað var neyðugt at fáa fult, um vit framvegis skuldu vera við í FM kappingini. Tað sama er galdandi næsta leygardag og aftur á Ólavsøku. Hesa ferð eydnaðist tað væl, og tað var fínt, at tað eydnaðist at koma afturíaftur, eftir at vit høvdu verið fremstir í startspurtinum og síðani høvdu mist nakað, siga teir umborð á Ørvi.
                      Nevið Reyða var drúgvari hesa ferð, enn hann hevur verið fyrr í ár. Nú er hann mannaður við royndum rógvarum, sum áður hava smakkað FM rákan. Fleiri teirra eru útisetar. Tískil hevur tað ikki verið fyrrenn síðstu vikurnar, at umstøðurnar hava verið at venja, sum tað skal venjast.
                      Nevið Reyða verður ikki meistari. Men tað verður mett ikki at vera óhugsandi, at Nevið Reyða fer at blanda seg í oddastríðið í teimum báðum róðrunum, sum eru eftir á skránni í ár. Um hetta gerst veruleiki, so verður Nevið við til at gera av, um tað skulu vera teir á Knørri ella Ørvi, sum fara at vinna FM. Higartil hava hesir báðir verið nógv bestir, og tað vilja teir sjálvandi vera bæði í Sandavági og á Ólavsøku.