Tað er komið fyri meiri enn eina ferð, at bátarnir hjá Havnar Róðrarfelag hava vunnið allar róðrarnar á norðoyastevnu. Men soleiðis var tað als ikki í ár.
Ørvur var einasti báturin hjá HR, sum kom suður aftur við gulli og skreyti.
Eingin ivi var um sigurin hjá havnarmonnunum, sum vóru sera sannførandi. Ørvur reyk avstað sum ein pílur, tað var skjótt, at teir fingu stevnið framum hinar bátarnar, og tá teir komu á túsund metra málið var munurin ein bátslongd. Á málinum var Ørvur, sum hevði góða orku til sannførandi endaspurt, næstan tvær bátslongdir undan hinum bátunum.
Í fjør var Argjabáturin meistari. Eins og teir umborð á Ørvi, hava teir á Argjabátinum gjørt nógv við venjingina, men hesa ferð vóru teir á Argjum ov stuttir.
Vit skilja á lagnum, at teir, sum manna Ørvin eru royndir róðrarmenn. Teir hava ikki verið sum manning umborð á áttamannafarinum fyrrenn í ár, men teir hava róð nógv. Onkrir, sum vóru við Havnarbátinum í fjør, eru nú umborð á Ørvi, og har eru eisini onkrir, sum vóru við Gongurólvi, tá hann vann FM í 1996.
Áttamannafarið hjá Havnar Róðrarfelag hevur vunnið fimm FM heitir, síðani tað í 1973 var farið undir kappingina soleiðis, sum hon nú er fyriskipað, men nú er langt síðani, at teir síðst vóru best í landinum. Síðsta FM heitið hjá Ørvi vunnu teir í 1987. Tað árið var hetta einasta FM heitið hjá Havnar Róðrarfelag, men nú fáa vit at síggja, hvussu tað fer at roynast hjá Ørvi og HR í ár.
Vert er annars at leggja til merkis, at miðvingar høvdu tveir bátar við í kappingini millum áttamannafør ? Miðvingin og Fríggjaran. Og so kunnu vit leggja afturat, at miðvingar ætla sær at luttaka við einum áttamannafari afturat í ár. Teir hava eisini meldað Skúgvin til FM kappingina.