Fyrr í kvøld var dystur í meistaradeildini hjá kvinnum millum Drátt og Fleyr á Giljanesi.
Fleyr vann dystin 3-1. Settmunurin var 19-25, 24-26, 25-20og 15-25. Fleyr stýrir beint ímóti FM-finalunum. Tær eru á odda við 18 stigum, fýra stig frammanfyri Mjølnir. 10 stig eru niður til KÌF sum er á triðja plássi við átta stigum.
KÍF fær tó møguleika at minka um munin tá tær í annaðkvøld klokkan 20 taka ímóti SÍ. Óli G. Samuelsen sigur frá dystinum á Rás2. Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.
Aftaná dystin millum Drátt og Fleyr fekk Hilmar Jan Hansen orðið á roynda spælaran, Ruth Albinsdóttir hjá Drátti. Ruth undirstrikar, at tær í Drátti vóru uppsettar uppá at vinna heimadystin ímóti Fleyr, men hon má staðfesta, at mótstøðukvinnurnar gjørdu tað væl, og serliga í fjórða setti drupu Fleyr-kvinnurnar mótstøðuliðið við góðum servuspæli. - Vit fóru í panikk, staðfestir Ruth Albinsdóttir um fjórða og avgerandi settið.
Nú ætla Ruth Albinsdóttir og liðfelagarnir at satsa stórt uppá steypakappingina har Mjølnir verður mótstøðuliðið.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði beinleiðis á Rás2 við Ruth Albinsdóttir.