Rustviðgerð- ein spurningur um álit

Rustviðgerð er í stóran mun ein spurningur um álit millum kundan, og tann sum ger arbeiðið. Dansk Teknologisk Institut gevur Dinitrol rustviðgerðini hjá Ivan Johansen Bilum besta karakter fyri væl úr hondum greitt arbeiði

Um bilurin skal rustviðgerast og nær er ein spurningur, sum nógvir
bileigarar mugu taka støðu til. Um talan er um ein nýggjan bil, sum eftir
ætlan skal halda í nógv ár, er eingin ivi um, at tað er best at rustviðgera
beinanvegin. Er hinvegin talan um ein góðan brúktan bil, kann ein góð
rustviðgerð leingja nógv um livitíðina hjá bilinum.

Sagt verður um rustviðgerð av bilum, at tað er sjáldan ov seint, men
ongantíð ov tíðliga at fáa tað gjørt.

Rustviðgerð er í stóran mun ein spurningur um álit millum kundan, og tann
sum ger arbeiðið, tí kundin hevur ikki møguleika at kanna eftir, um arbeiðið
er væl gjørt.

Hóast bilverksmiðjurnar gera nógv fyri at seta bilarnar so væl saman sum
møguligt við m.a. at galvanisera og zinkviðgera plátulutirnar, vísur tað
seg, at til okkara váta og saltkenda veðurlag er tað ikki nøktandi.

Tað er Dansk Teknologisk Institut sum stendur fyri hesum eftirkanningunum,
ið kallast VKO-R (Værksteds Kontrol Ordning vedrørende Rustbeskyttelse)

Dinitrol rustviðgerðin er góðkend av Teknologisk Institut og verður tilmæld
av FDM.

Tað at viðgerðin er góðkend av Teknologisk Institut gevur teimum rætt til at
innkalla bilar, ið hava verið til Dinitrol viðgerð, til kanningar.

Tá fólk frá Teknologisk Institut hava verið í Føroyum og kannað bilar, sum
eru rustviðgjørdir hjá Ivan Johansen Bilum, hava teir fingið besta karakter
fyri væl úr hondum greitt arbeiði.

Tað sum í høvuðsheitum gongur fyri seg undir eini rustviðgerð er, at fyrst
verða ymiskir lutir avmonteraðir sum t.d panel og innaru skermarnir,
tá tað er gjørt, verður bilurin hátrýstreinsaður og síðan turkaður,
og síðan verða holini boraði, bert um tað er neyðugt.
Tá bilurin er turrur, verða tey ymisku Dinitrol-produktini sproytað, har tey eiga.
Síðan verða panel og innarskermar monterað aftur, proppar settir í holini og
bilurin vaskaður og klárgjørdur.
Til hvørt ein einstakt bilmodell eru kort við nágreiniligum upplýsingum um
konstruktiónina á bilinum, og hvørji amboð ið skulu brúkast. Alt verður
gjørt eftir forskriftunum.