Russland ynskir ikki kríggj við Ukraina

- Vit ynskja ikki kríggj, men vit góðtaka heldur ikki, at sæð verður burtur frá okkara trygdaráhugamálum, sigur russiski verjumálaráðharrin.

 

Í dag segði russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, at tað verður ikki kríggj við Ukraina, um tað er upp til Russland.

Tað veit tíðindastovan Reuters at siga.

Um skrivligu svarini, sum USA og Nato hava sent Russlandi upp á fyrispurningar hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin, sigur uttanríkisráðharrin, at her hóast alt “er okkurt”, sum hann tekur til.

Sergej Lavrov sigur, at Russland góðtekur ikki, at ikki verður lurtað eftir landsins áhugamálum.

Royndi politikarin sigur, at uppskotini í svarunum hjá USA vóru betri enn tey, sum Nato kom við.

Forsetin í Fraklandi, Emmanuel Macron og russiski forsetin, Vladimir Putin, hava í dag snakkað í telefon um støðuna millum Russland og Ukraina og um støðuna millum Russland, Nato og USA.

Sambært tíðindastovuni Reuters heldur Vladimir Putin ikki, at USA og Nato hugsa nóg nógv um trygdarpolitisku spurningarnar, sum Russland dregist við.

Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, segði sambært Reuters soleiðis um støðuna millum Russland og Ukraina:

- Vit ynskja ikki kríggj við Ukraina, men vit góðtaka heldur ikki, at sæð verður burtur frá okkara áhugamálum, segði hann við Reuters.