Hann vildi ikki svara beinleiðis uppá, um Kreml kann vátta, at Prigozjin er deyur. Tað er ein kanning í gongd, og bíðað verður eftir úrslitinum.
Tann illa gitni leiðarin hjá leiguhermonnunum í bólkinum Wagner var á ferðafólkalistanum, tá eitt privatflogfar í gjár datt niður í Tver-landslutinum í vestara Russlandi.
Prigozjin stóð í juni aftan fyri uppreistur ímóti hernaðarleiðsluni. Nógvir serfrøðingar søgdu ta ferðina, at Prigozjin við atfinningum sínum og við uppreistri skrivaði undir sín egna deyðadóm.
/ritzau/Reuters