Russland ætlar at brúka knappar 50 milliardir dollarar til vápn og aðra hernaðarútgerð í 2009. Sergei Ivanov, varaforsætisráðharri, sigur við Reuters, at sjálvandi ávirkar altjóða fíggjarkreppan eisini viðurskiftini í Russlandi, men at landið kortini fer at brúka ta ætlaðu játtanina til hernaðarmál. Í gjár var hann á fundi við Dmitrij Medvedev, forseta.
- Sjálvur haldi eg, at vit eiga at hugsa um verjuna, áðrenn vit hugsa um nakað annað, og tí kunnu vit ikki loyva, at ein búskaparkreppa skal ávirka tey viðurskiftini, segði Medvedev við fjølmiðlarnar aftaná.
Sergei Ivanov segði, at russiska verjan hevur bíagt vápn og ymsa hernaðarútgerð fyri slakar 50 milliardir krónur, og at tað er í samsvari við tað, sum er sett av á fíggjarlógini fyri 2009.
Viðurskiftini millum Russland og Vesturheimin kølnaðu nógv orsakað av kreppuni í Georgia, og russiska leiðslan segði longu tá, at landið fer at útbyggja og nútímansgera sína hermegi.
-Vit fara ikki at spara pengar, tá tað snýr seg um at nútímansgera okkara vápnaðu deildir, segði Dmitrij Medvedev, forseti, í gjár. Herfyri boðaði hann frá, at Russland fer at fáa sær fleiri kjarnorkukavbátar og fleiri bumbuflogfør.