Russland fer nú at senda 9000 herfólk til Hvítarussland, og útlendskir miðlar vita at siga, at fyrstu herfólkini komu til landið í gjár.
Sagt verður, at russisku herfólkini einans skulu vera partur av marknaðverjuni hjá Hvítarusslandi.
Leiðarin fyri sivilu verjuni í Hvítarusslandi, Vadim Sinjavskij, sigur, at landið eisini hevur skipað sivilar herdeildir, sum kunnu verja "føðilandið".
- Vit hava fingið øll vápnini frá verjumálaráðnum, sum vit skulu hava, segði Vadim Sinjavskij í ríkissjónvarpi í Hvítarusslandi í dag.
Marknaðvaktirnar í Hvítarusslandi hava eisini fingið styrk, tí landið metir, at ukrainar njósnast meira og meira við markið landanna millum.
Tíðindastovan NTB veit at siga, at Russland áður hevur lopið á Ukraina úr Hvítarusslandi.
Forsetin, Aleksandr Lukasjenko, hevur fyrr í hesum mánaðinum eisini skuldsett Ukraina fyri at hava ætlanir um at leypa á Hvítarussland.
Hetta er sambært forsetanum orsøkin til, at Hvítarussland og Russland nú skipa eina felags marknaðverju í landinum.