Russland og Ukraina hittast í Turkalandi

Reuters veit í dag at siga, at nú skulu uttanríkisráðharrarnir í Russlandi og Ukraina hittast við samráðingarborðið í Turkalandi.

Sergej Lavrov (mynd) og Dmytro Kuleba skulu nú sambært Reuters hittast á fundi í Turkalandi.

Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov og ukrainski uttanríkisráðharrin, Dmytro Kuleba, skulu hittast á fundi í turkiska býnum, Antalya.

 

Tað skrivar Reuters í dag.

 

Sambært turkiskum miðlum skulu ráðharrarnir hittast hin 10. mars

 

Turkiski uttanríkisráðharrin, Mevlüt Çavuşoğlu, sigur sambært miðlum í Turkalandi, at málið við fundinum millum partarnar er at steðga stríðnum.

 

- Vit hava gjørt eitt stórt arbeiði fyri at fáa partarnar til samráðingarborðið. Larow sigur, at hann vil luttaka, og Kuleba sigur, at hann vil eisini luttaka.

 

Tað sigur turkiski uttanríkisráðharrin sambært miðlum í Turkalandi, sum Reuters endurgevur.

 

 

 

 

 

Sergej Lavrov (mynd) og Dmytro Kuleba skulu nú sambært Reuters hittast á fundi í Turkalandi.