Russland missir vertsskapin til HM-endaspælið í flogbólti

Russiskur ítróttur og russisk ítróttarfólk kenna sviðan av russisku innrásini í Ukraina

Russland er ein stór flogbóltstjóð, og har hava tey glett seg stórliga til HM-endaspælið í flogbólti sum skuldi avgreiðast í Russlandi í august og í september í ár.

 

Men tað verður nú av ongum.

 

Altjóða flogbóltssambandinum, FIVB hevur nú boðað frá, at tey hava tikið vertsskapin frá Russlandi, og HM-endaspælið verður avgreitt í einum øðrum landi.

 

Givna orsøkin er innrásin hjá russiska herinum í Ukraina.