Tað verður ikki endaspæl í EM-hondbólti fyri kvinnur í Russlandi í 2026 sum ætlað.
Evropeiska hondbóltssambandið EHF er farið í holt við at finna eitt annað land, sum kann verða vertur fyri hondbóltinum.
Hetta varð samtykt á EHF-stýrisfundi herfyri.
Tað var í 2021, at Russland fekk ábyrgdina av EM-endaspælinum fyri kvinnur, men fáar mánaðar seinni leyp Russland á Ukaina.
- Innrásin í Ukraina er orsøkin til, at Russland missir EM-endaspælið fyri kvinnur í 2026, veit tíðindastovan NTB at siga.











