Russland leyp á Kyiv við dronum

Tvey fólk vóru í nátt dripin, tá ið russar framdu stórt dronuálop á ukrainska høvuðsstaðin

Fleiri bygningar í Kyiv fingu skaða av niðurskotnum dronum

Russland gjørdi í nátt umfatandi álop á ukrainska høvuðsstaðin Kyiv við dronum. Tvey fólk vórðu dripin, og fleiri vóru særd.

 

Álopið í nátt er tað størsta í móti Kyiv, síðani innrásina í februar í fjør, skrivar Ritzau.

 

Ukrainska flogvápnið sigur, at Russland brúkti 54 sonevndar kamikaze-dronur í álopinum, og at 40 teirra vóru sendar ímóti Kyiv. 52 av dronunum vóru skotnar niður av loftverjuvápnum.

 

Russiska álopið á ukrainska høvuðsstaðin kemur samstundis, sum bíðað verður eftir einum stórum ukrainskum mótálopi, sum hevur verið fyrireikað í eina tíð.

 

Sambært BBC hevur leiðarin av ukrainska trygdarráðnum sagt, at ukrainski herurin fer at gera eitt stórt mótálop ímóti russiskum deildum í næstum, og at álopið kann byrja "í morgin, ovurmorgin ella um eina viku".

 

Fleiri bygningar í Kyiv fingu skaða av niðurskotnum dronum