Russland ongan áhuga fyri einum kríggi við Nato

Russiski forsetin, Vladimir Putin, sigur sambært Reuters, at hetta er møsn - ella "pølsevæv", sum hann tekur til.

- Um tað eydnast Vladimir Putin at taka Ukraina, steðgar hann ikki her.

 

Tað segði amerikanski forsetin, Joe Biden, fyrr í hesum mánaðinum sambært tíðindastovuni, Reuters.

Amerikanski forsetin legði aftrat, at tað næsta hjá russiska forsetanum verður at leypa á eitt Nato-land.

 

Sambært Joe Biden verður úrslitið, at amerikanskar herdeildir fara í kríggj móti russiskum herdeildum.

 

Men, í dag rópar russiski forsetin hesar útsagnir hjá amerikanska forsetanum fyri møsn - ella "pølsevæv", sum hann tekur til.

 

Sambært Reuters afturvísir Valdimir Putin hesum útsagnum uppá tað harðasta.

 

- Russland hevur als ongan áhuga fyri einum kríggi við Nato, sigur russiski forsetin avgjørdur.