Russiski forsetin, Dmitrioj Medvedev, sigur við russiskar fjølmiðlar, at eitt tað fremsta málið hjá landsins leiðslu er at byggja tað russisku hermegina út, og at russiskir hermenn skulu hava alla ta nýggjastu og bestu útgerð, sum til er.
Medvedev ásannar, at tað tók ikki russiska herinum langa tíð at basa reka georgiska herin eftir hæli, men at átakið kortini avdúkaði skeivleikar, sum ætlanin er at rætta alt fyri eitt.
Russland byrjaði longu undir Vladimir Putin, forseta at endurnýggja herin, og eygleiðarar vænta, at Medvedev fer at halda fram við hesum arbeiðinum, samstundis sum endurnýggjanin eisini fer at umfata aðrar partar av hermegini so sum flotan og flogvápnið.