Russar bíða við at taka seg aftur úr Georgia, tí trygdin er ikki nóg góð enn, siga teir Russiski herurin fer ikki at taka seg aftur úr Georgia, fyrr enn trygdarviðurskiftini eru nøktandi. Tað sigur Sergei Lavrov, uttanríkisráðharri.
Lavrov vísir á, at sambært vápnahvíldaravtaluni við Georgia kunnu russar bíða við afturtøkuni, til trygdin er í lagi.
-Ørindi okkara við átakinum vóru júst at fáa trygdina í rættlag, og tá tað er fullført, fara vit at taka herin aftur, sigur russiski uttanríkisráðharrin sambært Reuters.










