Russland: 498 russiskir hermenn deyðir í Ukraina

Slakir 500 russiskir hermenn eru sambært Russlandi deyðir í innrásini í Ukraina, sum byrjar 24. februar.

 

Løgreglufólk og sjálvboðin bera ein deyðan persón burtur eftir eitt russiskt rakett álop í gjár í høvuðsstaðnum í Ukraina, Kyiv. Sambært Russlandi eru næstan 2900 ukrainskir hermenn og »nationalistar« deyðir í innrásinum, sum hevur vart í eina slaka viku, meðan slakir 500 russiskir hermenn eru deyðir. - Foto: Aris Messinis/Ritzau Scanpix

##med2##

 

Russiska verjumálaráðið upplýsir í kvøld, at 498 russiskir hermenn eru deyðir undir álopinum í Ukraina.

Tað er fyrstu ferð, at Russland setir tal á, hvussu nógv mannalív álopið hjá teimum í slaka viku hevur kostað russiska herinum.

1598 russiskir hermenn eru særdir, verður sagt í boðunum í statsliga sjónvarpinum.

Jøregen Meedom Staun, sum er lektari í altjóða politikki á Verjuakademinum í Danmark, sigur hetta vera nýggja kós í russiskum samskifti.

– Tað er eitt markant skifti. Sunnudagin var fyrstu ferð, at teir í heila tikið viðgingu, at tað vóru særdir og dripinir hermenn undir »serátakinum í Ukraina«, sum teir kalla tað.

– Eg haldi, at tað hevur nakað við tað trýstið at gera, sum má vera komið frá russiskum familjum, sum ikki skilja, hvar teirra kæru eru, sigur hann.

Í sambandi við kreppuna hevur tað sambært Jørgen Meedom Staun verið fleiri frásaagnir um russiskar familjur, sum ikki hava vitað, hvar teirra kæru hava verið.

Á Internetinum florera fleiri videobrot og ljóðklipp við russiskum hermonnum, sum eru tiknir til fanga, og sum gjøgnum telefon upplýsa sjokkeraðu familjunum, at teir eru krígsfangar í Ukraina.

Jørgen Meedom Staun tulkar boðini um deyðstølini sum eina varliga roynd hjá russisku myndugleikum at viðganga, at landið í veruleikanum er í kríggi.

Tað kann eisini merkja, at Russland fer harðari til verka, ljóðar metingin.

Jørgen Meedom Staun heldur, at tað fer at koma eitt meira blóðugt skeið í krígnum, og teir royna at sleppa undan, at hægri deyðstøl seinni fara at koma sum eitt sjokk fyri russiska fólkið.

Í dag upplýsti russiska ríkissjónvarpið harumframt, at talið av deyðum ukrainskum hermonnum og »nationalistum« er 2870. Umleið 3700 eru særdir sambært russisku tølunum. Tølini eru ikki váttað av øðrum keldum.

Nationalistar eru eftir øllum at døma ein tilsiping til tey mongu sjálvbodnu, sum hava meldað seg til stríðið at verja Ukraina. Tað kennast aftur av gula armbandinum úr plastikki.

Upplýsingar um tey deyðu koma samstundis sum, at samráðingarfólk úr Ukraina og Russlandi hittast fyri aðru ferð í kvøld. Frá ukrainskari síðu við vón um, at Russland steðgar álopinum.

Ukrainar halda í kvøld uppá, at yvir 7.000 russiskir hermenn eru dripnir undir innrásini, eins og at fleiri hundrað russiskir hermenn eru tiknir til fanga.

/ritzau/Reuters

 

 

Løgreglufólk og sjálvboðin bera ein deyðan persón burtur eftir eitt russiskt rakett álop í gjár í høvuðsstaðnum í Ukraina, Kyiv. Sambært Russlandi eru næstan 2900 ukrainskir hermenn og »nationalistar« deyðir í innrásinum, sum hevur vart í eina slaka viku, meðan slakir 500 russiskir hermenn eru deyðir. - Foto: Aris Messinis/Ritzau Scanpix