Russiskur tjóðardagur í Føroyum

Teir mongu russarnir fáa nú høvið at halda tjóðardag sín í Havn. Í dag eru væl omanfyri 50 russar í Føroyum

Havn: Sunnudagin 12. juni er Tjóðarhátíðardagur Russlands.
Henda dagin fara russiska konsulátið og Faroe Agency at hátíðarhalda á skrivstovuni Yviri við Strond 4. Allir russarar í Føroyum við familju verða tí bodnir til hugnaløtu frá kl. 15 til 18 sunnudagin í hølunum, sum vórðu tikin í nýtslu í oktober mánaði í fjør.
Sera stórur partur av virkseminum hjá Faroe Agency er knýttur at russum, og stjórin Árni Dam er russiskur heiðurskonsul.
Hetta er fyrsti tjóðarhátíðardagur, síðan Faroe Agency lat upp og Russiska konsulátið flutti í hølini. Tí er hetta eisini eitt upplagt høvi at bjóða russum í Føroyum at síggja skrivstovuna.
Júst, hvussu nógvir russar sum eru í Føroyum er ilt at meta um. Men sambært Árna Dam á Faroe Agency er talið á teimum nakað langt omanfyri 50.
Hesir russararnir finnast spjadir kring alt landið: Í Leirvík, Vágum, Vestmanna, Sundalagnum Havnini, Klaksvík og Gøtu, bara fyri at nevna nøkur av støðunum.
Allir hesir fáa nú høvið at hitta hvønn annan, tá tjóðardagur teirra verður hildin, og nú eisini á føroyskari grund.