Í morgin og komandi dagarnar vitjar russiski sendiharrin í danska ríkinum í Føroyum.
Mikhail Vanin skal á ferðini til Føroya hava fund við uttanríkistænastuna og løgmann. Á skránni fyri fundin er ynski hjá føroyingum um ein fríhandilssáttmála millum Føroyar og Russland.
Sendiharrin skal eisini hitta landsstýrismenninar í vinnumálum og fiskivinnumálum. Sendiharrin vitjar eisini føroyskt vinnulív.










