Í minsta lagi 17 fólk hava latið lív, eftir at ein bussur varð árendur av lastbili uttan fyri russiska høvuðsstaðin
17 fólk hava latið lív, og 20 onnur endaðu á sjúkrahúsi eftir ógvusligu ferðsluvanlukkuna uttan fyri Moskva, skrivar russiska tíðindastovan Itar-Tass. 14 av teimum 20 hava fingið álvarsligt mein.
Lastbilurin rendi á bussin í býnum Podolsk, 35 kilometrar norðan fyri Moskva. Bussurin fór av um tvøran.
Trý fólk doyðu á sjúkrahúsinum í Podolsk, sigur talskvinnan fyri russiska vanlukkuráðið. Meir enn 230 bjargingarfólk, 30 sjúkrabilar og tvær tyrlur eru við í bjargingararbeiðinum.
17 fólk eru higartil deyð í bussvanlukkuni uttan fyri Moskva
Mynd: REUTERS/Sergei Karpukhin/NTB Scanpix










