Hetta eru børn í aldrinum 8 til 17 ár, hvørs foreldur flýddu úr Tjernobyl økinum undan kjarnorkuvanlukkuni í 1986. Hesi børnini hava verið á summarlegu í Danmark og koma nú hendanvegin at vísa síni kynstur.
Børnini spæla tónleik, dansa og syngja. Framførslur verða í Havn, Klaksvík, Runavík, Oyrarbakka og á Giljanesi.
Kostnaðurin fyri atgongumerkið er kr. 60,- fyri vaksin og kr. 30,- fyri børn yngri enn 14 ár. Tó verða tvær ókeypis framførslur. Onnur verður í pensionistatilhaldinum í Tórsgøtu í Havn, og hin verður í Havnar Kirkju.