Fyri fyrstu ferð síðan í byrjanini av mars framdi Russland fríggjamorgunin eitt størri rakettálop móti Ukraina. Men, sambært bretska verjumálaráðnum vísa álopini gjáramorgunin ein veikleika frá russiskari síðu.
Tað skrivar bretska verjumálaráðið í sínari nýggjastu dagføring um kríggið í Ukraina.
Bretar vísa eitt nú á, at Russland brúkti færri rakettir í hesum álopi enn í álopunum, sum russar annars hava framt í vetur. Haraftrat vóru álopini fríggjamorgunin óneyvari, og tey vórðu framd við rakettum, sum ikki eru langtberandi.
Í mun til onnur álop, har russar málrættað fóru eftir undirstøðukervinum í Ukraina, heldur bretska verjumálaráðið, at Russland hesaferð fór eftir ukrainskum tiltaksgoymslum og hernaðarligum veitingum.
Í álopunum var stórur vandi fyri sivilum mannfalli, tí rakettirnar, sum russar brúktu, vóru óneyvar. Í Ukraina verður eisini sagt, at í minsta lagi 25 sivilfólk lótu lív í russisku álopunum fríggjamorgunin.