Eitt russiskt stríðsflogfar av slagnum, Su-34, er dottið niður, helst undir flúgvivenjing í útsynningspartinum av Russlandi.
- Manningin, sum taldi tveir, skeyt seg út úr flogfarinum og er nú flutt til flogstøðina, sigur verjumálaráðið í Moskva sambært Interfax.
Sagt verður, at báðir flogskipararnir komu óskalaðir frá hendingini. Flogfarið datt niður í óbygdum øki í Voronezj-regiónini og bar ikki vápn.
Í russiska verjumálaráðnum siga tey, at eingin skaði stóðst, har flogfarið datt niður, og tey halda, at flogfarið hevði tekniskar trupulleikar.
Su-34 verður mett at vera eitt nútímans flogfar. Flogfarið varð ment undir sovjettíðini, men varð ikki sett í hópframleiðslu fyrr enn í 2006.
- Sambært almennum tølum eru 150 flogfør framleidd av hesum slagnum.
Tíðindastovan veit frá greinarum at siga, at Russland higartil hevur mist 20 slík flogfør í krígnum í Ukraina.










