Eitt russiskt stríðstflogfar Su-34 og ein hernaðartyrla duttu í dag niður í russiska landspartinum Brjansk, sum hevur mark til Ukraina.
Tað skrivar russiska tíðindastovan Tass.
Tað er ógreitt, hví flogfarið og tyrlan duttu niður.
Tyrlan er av slagnum Mi-8 datt niður í einum óbygdum øki nærindis býin Klintsy.
Video, sum er lagt á sosialar miðlar, vísir at tyrlan sprongdis, áðrenn hon brennandi datt niður, skrivar tíðindastovan dpa.
Tass boðaði senni frá, at eisini eitt russiskt Sukhoi-stríðsflogfar, Su-34, var dottið niður í sama landsparti.
Russiskir miðlar skriva, at teir báðir persónarnir, sum vóru í tyrluni, eru deyðir: Men tað er ikki alment váttað frá russisku stjórnini.
Su-34 stríðstflogfarið datt niður umleið 10 kilometrar frá staðnum, har tyrlan datt niður. Lagnan hjá flogskiparanum er ókend.
Russland hevur brúkt landspartin Brjansk sum uppmarchøki til innrásina í Ukraina.
/ritzau/